1. Nýtsla

Brúkarar kunnu við skrásettum vanga stovna lýsingar/innihald á Akfør.fo, við relevantum upplýsingum um akfarið ið brúkarin vil lýsa við. Um so er, at brúkari ikki gevur samtykki til seinni broytingar og dagføringar av treytunum, hevur Akfør.fo rættindi at strika brúkaravangar – soleiðis at brúkari ikki longur hevur heimild at stovna lýsingar.

Akfør.fo hevur heimild at strika brúkaravangar sum ikki hava verið brúktir í seks mánaðir. Tó vil Akfør.fo kunna brúkaran um hetta 4 vikur áðrenn vangin verður strikaður.

2. Leikluturin hjá Akfør.fo

Akfør.fo er samskiftispallur, ið verður boðin keypara og seljara at samskifta á. Akfør.fo hevur onga ábyrgd av avtalum sum verða gjørdar teirra millum. Tey ið selja og tey ið bjóða eru óheft av Akfør.fo. Tey ið selja, hava sjálvi ábyrgd av lýsing og innihaldi. Akfør.fo hevur sostatt ikki ábyrgd av lýsingini og heldur ikki av innihaldinum, sum tey ið selja og tey ið bjóða sjálvi standa fyri.

3. Kostnaður

Akfør.fo er ein ókeypis tænasta fyri allar brúkarar, bæði fyri tey ið keypa og tey ið selja.

4. Reglugerð fyri nýtslu av Akfør.fo

Tá ið brúkari hevur góðkent treytirnar, hevur hann veitt vissu fyri at hann ikki:

  • vil stovna lýsingar á Akfør.fo, uttan so at hann hevur eina veruliga ætlan um at selja eitt ella fleiri akfør.
  • vil gera seg inn ágaldandi lóggávu.
  • vil misnýta rættindi hjá triðja parti, herundir upphavsrættindi, vørumerkjarættindi og annað.
  • vil kopiera, broyta ella útbreiða alla ella partar av heimasíðuni Akfør.fo ella innihaldi av henni, upphavsrættindi ella vørumerkjarættindi.
  • uttan skrivligt loyvi frá Akfør.fo nýta ella heita á onnur um at nýta nakran form fyri tólmenni, leititólmenni ella onnur sjálvvirkandi tól, at fáa atgongd og innsavna tilfar frá Akfør.fo
  • vil útbreiða fras (spamm)
  • heilt ella partvíst kopiera, broyta ella leggja út tilfar frá øðrum persónum/lýsarum.

Akfør.fo hevur myndugleika til at útihýsa brúkarar frá at lýsa á heimasíðuni, og at strika innihald uttan fráboðan, um so er, at Akfør.fo metir at innihaldið er í stríð við omanfyri standandi treytir, ella í heila tikið verður mett óhóskandi.

5 Rættindi til innihald

Brúkarin hevur ikki heimild til at lata triðja part kopiera dátu frá Akfør.fo. Hvørki í síni heild ella lutvíst.

Tá ið brúkari leggur lýsing ella tilboð á Akfør.fo, fær Akfør.fo samstundis rættindi til at miðla, broyta og framleiða tilfar av øllum ella pørtum av viðkomandi innihaldi, so sum dátu, tekst og myndum. Akfør.fo brúkar hetta til dømis til at lýsa og marknaðarføra innihaldið á triðjaparts pallum og sosialum miðlum.

Brúkarin gevur harafturat Akfør.fo rættindi til at forða triðjaparti í at kopiera, ella av órøttum at brúka alt, ella partar av tí innihaldinum sum verður stovnað.

Brúkarin skal sjálvur veita vissu fyri, at hann hevur rættindi til at veita Akfør.fo omanfyri nevndu rættindi.

Tillutan av hesum rættindum til Akfør.fo, forðar á ongan hátt brúkaranum sjálvum at brúka tilfarið, so sum data, tekst og myndir.

6. Ábyrgd hjá brúkara fyri innihald sum verður stovnað á Akfør.fo

Brúkarin hevur ábyrgd av at innihaldið sum brúkarin leggur inn á Akfør.fo ikki er ímóti galdandi lógum ella ger seg inná rættindi hjá triðjaparti. Hetta er galdandi óansæð hvussu innihaldið verður lagt inn í Akfør.fo.

Akfør.fo kannar ikki tilfarið sum brúkarin leggur inn á Akfør.fo, fyri at tryggja at hann ikki brýtur rættindi hjá triðja parti ella generellari lóggávu. Brúkarin hevur fulla ábyrgd av at tryggja hetta.

Brúkari verður sjálvur at gjalda og bøta fyri eitt og hvørt tap, ið Akfør.fo fær av at triðji partur setur krav mótvegis Akfør.fo orsakað av at brúkari hevur lagt tilfar inn á Akfør.fo, ið ger seg inn á rættindi hjá triðja parti ella brýtur galdandi lóggávu.

7. Akfør.fo hevur rættindi at fremja broytingar í skipanini

Akfør.fo ger sítt ítasta fyri at hava eina so væl virkandi skipan/heimasíðu sum til ber.

Akfør.fo hevur heimild til eina hvørja tíð at gera broytingar í skipanini, so sum at strika ella leggja funkur afturat, ella gera tøkniligar umleggingar, uttan at tað er at mishalda sína avtalu við brúkaran.

8. Krøv til einstøku lýsingarnar

Tá brúkari stovnar lýsingar á Akfør.fo, hevur brúkari skyldu at tryggja at upplýsingar í lýsingini eru í tráð við veruleikan. Akfør.fo hevur heimild til at broyta í einstøku lýsingunum, um lýsingar t.d. hava eyðsæddar villur. Eitt dømi um hetta kann vera at skeivt merki er skrásett, og at Akfør.fo eftirfylgjandi broytir hetta so tað verður rættað.

Um lýsingar verða mettar ikki at lúka krøvini, verða tær gjørdar óvirknar, og teldupostur verður sendur beinleiðis til avvarðandi brúkara um at lýsingin er sløkt, við eini frágreiðing um hví hon er sløkt.

9. Prísáseting

Akfar ið verður sett til sølu, skal príssetast við einum ávísum kostnaði, sum seljari sum útgangsstøði ynskir fyri akfarið, og ikki einum ynski um hóskandi boð, ella einari uppspunnari upphædd sum t.d. 0 kr. ella 123.456.789 kr. Um lýsing verður upprættað við hesum eyðkennum, verður lýsingin sløkt, og Akfør.fo setur seg í samband við lýsara um at áseta ein hóskandi prís.

10. Ábyrgd hjá Akfør.fo

Akfør.fo átekur sær onga ábyrgd av innihaldi á lýsingum hjá brúkarunum, ella av teimum avtalum sum verða gjørdar millum keypara og seljara við grundarlagi í tilboðum sum eru borin fram á Akfør.fo. Akfør.fo hevur ikki ábyrgd fyri feilum ella manglum í sambandi við veiting av vørum ella tænastum frá tilboðsgevara/seljara.

Brúkarin góðtekur, at Akfør.fo ikki kann veita vissu fyri einari varðandi ella tryggari atgongd til tænasturnar á heimasíðuni, og at Akfør.fo ikki gjøgnumhyggur innihald ella upplýsingar frá lýsarum, og kann tí heldur ikki kann veita vissu fyri fyri innihaldinum sum verður lýst á Akfør.fo.

Brúkarin góðkennir, at Akfør.fo ikki hevur ábyrgd av nøkrum tapi, so sum beinleiðis tapi, inntøkutapi, rakstrartapi, goodwill, útreiðslum og øðrum fylgiskaðum, ið av onkrari orsøk skuldu havt samband við heimasíðuna.

11. Persónligir upplýsingar

Akfør.fo hevur ábyrgdina av persónsupplýsingum í sambandi við upprættan av brúkara, og at verja hesar upplýsingar.

Brúkarin hevur ábyrgd av at verja sítt loyniorð, og verður loyniorðið misnýtt verður brúkarin biðin um at seta set í samband við okkum beinavegin, soleiðis at brúkarin kann steingjast frá hesum.

12. Samband

Boð uppá Akfør.fo skulu sendast beinleiðis til admin@xn--akfr-ira.fo, ið svarar aftur beinleiðis til teldupostin sum stendur sum avsendari.

13. Broytingar ella rættingar

Akfør.fo kann broyta treytirnar, og brúkarin gevur við hesum rættindi til at Akfør.fo kann geva boð um broytingar beinleiðis til skrásetta teldupostin, og at nýtsla av Akfør.fo eftirfylgjandi er treytað av at brúkarin góðtekur nýggju treytirnar.


Kennifílir (cookies)

1. Hvat er ein kennifíla (Cookie)?

Ein kennifíla er ein lítil dátufíla, sum verður goymd á tíni teldu, telefon ella teldil. Ein kennifíla er ikki eitt forrit sum inniheldur skaðilig forrit ella virus.

2. Hvussu Akfør.fo nýtir kennifílur

Kennifílar geva okkum eitt yvirlit yvir hvussu brúkarin nýtur Akfør.fo, soleiðis at vit sum frálíður kunnu betra um síðuna og málrætta hana eftir tínum ynskjum og áhugamálum. Eisini eru funkur á heimasíðuni, sum noyðast at leggja eina kennifílu hjá brúkaranum fyri at yvirhøvur rigga. T.d. “Samanber bilar” funkan. Vit nýta eisini kennifílar til at málrætta okkara lýsingar á øðrum miðlum, sum t.d. Facebook og Google.

3. Soleiðis noktar tú ella strikar kennifílar

Tú hevur altíð møguleika fyri at nokta kennifílum, við at broyta innstillingarnar á kaganum á tíni teldu, fartelefon ella teldil.