Um Akfør.fo

Akfør.fo sá dagsins ljós í apríl 2020, og var sett í verðina fyri at gera tað einfaldari fyri føroyingar at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyska brúktbilamarknaðin. Endamálið við Akfør.fo er tískil at savna allan brúktbila-marknaðin á einum stað. Heimasíðan hevur nógvar hentar funkur, ið gera tað skjótt og ómakaleyst at finna bilin, ið passar til júst tín tørv.

Trupulleikin hevur verið, at marknaðurin var ógvuliga uppdeildur, og torførur at fáa yvirlit yvir. Tú noyddist at leita á heimasíðum hjá ymsum bilasølum, bila-útleigarum, Rótikassanum og øðrum facebookbólkum, fyri at síggja hvat var til sølu.

Akfør.fo er ein ókeypis pallur fyri keyp og sølu av persónbilum, motorsúkklum, vøruvognum, lastbilum, tjaldbilum og øðrum akførum í Føroyum.

Umsitarar

Bárður Mikkelsen

bm@akfoer.fo